Skeivt at umvæla skuggaskip

Skeivt at umvæla skuggaskip
- Eg haldi ikki, at skipasmiðjur í Danmark skulu lata skipum, sum sigla við russiskum gassi, veitingar, sigur Morten Bødskov, vinnumálaráðharri
Morten Bødskov.
 
27.01.2025 - 06:50

- Eg haldi ikki, at skipasmiðjur í Danmark skulu lata skipum, sum sigla við russiskum gassi, veitingar.

Tað sigur Morten Bødskov, vinnumálaráðharri, í svari til Sjúrð Skaale, fólkatingsmann.

Ráðharrin sigur, at Danmark fyrr hevur skotið upp, at revstiltøkini hjá ES móti Russlandi umfata veitingar hjá skipasmiðjum til skip, sum flyta russiskt gass. 

Í síðstu viku kom fram, at danskar skipasmiðjur lata skipum, sum sigla við russiskum gassi, veitingar.

Skipini eru skrásett í øðrum londum enn Russlandi.

Tey eru í tí, sum verður rópt skuggaflotin hjá Russlandi.

Í síðstu viku svaraði Morten Bødskov Sjúrði Skaale, at Danmark ger eingi revsititøk móti Russlandi uttanum ES.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017