Varpið fingið Steinway-flygil av ovastu hill

Varpið fingið Steinway-flygil av ovastu hill
Nýggja flygilið hjá Varpinum av slagnum Steinway hevur kostað tvær milliónir krónur og telist millum tað fínasta, ið fæst fyri pengar. "Eitt frambrot," halda fólk í Klaksvík
18.09.2024 - 18:45

Varpið í Klaksvík kann nú varpa Steinway-tónar út til áhoyrarnar.

Nýggja konsertflygilið hjá mentanarhúsinum er loksins komið vegin fram.

Flygilið er flott, og prísurin er eisini hareftir. Tað kostar tvær milliónir krónur, kann taka upp tað, ið spælt verður, og so kann tað umvegis alnetið loggast á eina konsert í eitt nú Carnegie Hall, so flygilið í Varpinum spælir tað sama, sum spælt verður í New York. 

"Hvat musikkinum (her á staðnum) viðvíkur, so er hetta eitt stórt stig fram á leið," heldur 94 ára gamli Alex Sólstein, ið var framvið og royndi flygilið. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008