- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sunniva Willemoes: Børnini vóru ófør at rópa
- Tað var heilt fantastiskt at spæla frammanfyri góðum áskoðarum. Vit hoyrdu ikki hvønn annan á vøllinum, tí børnini vóru so ófør at rópa.
Tað segði Sunniva Willemoes eftir 4-0 stórsigurin hjá Føroyum ímóti Andorra í EM-undankappingardystinum á Tórsvølli týsdagin. Góðir 500 ungir áskoðarar settu veruliga dám á dystin, og tað merktu føroysku spælararnir eisini á vøllinum.
Føroyar skutu ikki færri enn trý mál upp á deyðbóltar, og HB-miðvallarin fekk tað fyrsta við góðum skallara eftir horna frá Tórunn H. Joensen úr høgru síðu.
- Vit eru nakrar, sum kunnu skora. Har eru nakrar á liðnum, sum eru farligar í deyðbóltsstøðum, so tað er ein faktorur, sum vit brúka, segði Sunniva Willemoes.
Týsdagin vitjar Grikkaland á Tórvølli. Grikkar vunnu fyrra dystin landanna millum 1-0, so tað er ikki óhugsandi, at Føroyar fær stig á heimavølli.
- Tað endaði 1-0 seinast, men eg haldi, at tað kundi tað sama verið endað við javnleiki. So eg gleði meg til tann dystin á heimavølli, segði Sunniva Willemoes, sum vónar, at ungu viðhaldsfólkini verða eins røsk at rópa týskvøldið.