- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vilja hava stig á talvuna
Tær á føroyska fótbóltslandsliðnum við kvinnum vilja hava stig á talvuna, tá tær taka ímóti Andorra í EM-undankappingardysti á Tórsvølli fríggjadagin.
- Eg eri øgiliga spent. Vit fyrireika okkum til tað seinasta nú, og so eru vit til reiðar, segði liðskiparin, Ásla Johannesen, til venjingina seinnapartin hósdagin.
- Vit hava arbeitt nógv við spæli okkara, og vit gleða okkum til at fara á vøllin at vísa tað, segði venjarin, Signe Pries Andersen.
Føroyar hava tapt tveir teir fyrstu dystirnar í EM-undankappingini - fyri Grikkalandi og Montenegro fyrst í apríl - og tí er heimadysturin ímóti Andorra týdningarmikil.
- Vit vóna sjálvandi, at vit fáa eitt gott úrslit, men vit vilja eisini stýra dystinum og spælinum so nógv sum gjørligt, segði Signe Pries Andersen.
Týskvøldið spæla føroysku kvinnurnar aftur, tá Grikkaland vitjar á Tórsvølli, men hóast tað kann ávirka - serliga kropsliga - hugsa føroyingarnir fyrst og fremst um Andorra.
- Vit royna at lata vera við at hugsa um, at vit hava tveir dystir. Vit hava ein dyst nú, sum vit skulu út at stýra og dominera, og tað hugsavna vit okkum hundrað prosent um í løtuni, segði Signe Pries Andersen.