- Tíðindi, mentan og ítróttur
Håkan váttar: Páll segði nei, takk
Páll Klettskarð fekk í boði at vera við í føroyska landsliðshópinum til Baltic Cup í næstum, men KÍ-framherjin tók ikki av.
Tað váttaði landsliðsvenjarin, Håkan Ericson á tíðindafundi fyrrapartin, har føroyski hópurin var kunngjørdur.
Tað var dimma.fo, sum í gjár skrivaði, at KÍ-toppskjúttin hevði sagt nei, takk til landsliðskjansin, sum hann annars ikki hevur fingið nógvar av síðstu árini.
- Eg tosaði við Páll í gjár, og vit hava tosað saman fyrr, tá hann ikki hevur verið tikin út. Eg helt, at hesa ferð var møguleiki fyri at taka bæði Klæmint (Andrasson Olsen, red.) og Páll við, og meta, hvør skal spæla við frameftir, men hann segði nei, takk, og tað góðtaki eg sjálvandi, segði Håkan Ericson.
Hoyr Håkan Ericson greiða frá støðuni omanfyri.