Bussarnir sluppu ongan veg

Bussarnir sluppu ongan veg
Umleið hundrað verkafólk møttu við farstøðina í Havn tíðliga í morgun og forðaðu fyri, at bussleiðir hjá Bygdaleiðum koyrdu
17.05.2024 - 09:58

Tað vóru mong, ið skuldu í skúla og til arbeiðis, sum máttu finna eina aðra loysn ella fara heim aftur, tí verkafólk forðaðu fyri, at bussleiðirnar 400, 401, 410 og 501 fóru nakran veg. 

Bussarnir, sum skuldu fara úr Havnini til Klaksvíkar og úr Klaksvík til Fuglafjarðar og Havnar í morgun, sluppu ongan veg. Eisini vóru forðingar á Syðradali í Kalsoynni. 

Endmálið er at steðga verkfalsbroti
- Verða verkføllini áhaldandi brotin, mugu feløgini hyggja eftir, um tey undantøk, ið eru givin, skulu takast aftur, sigur Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtaki, sum var møtt upp á farstøðini í Havn í morgun. 
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017