- Flytið vindmyllurnar til havs

- Flytið vindmyllurnar til havs
Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag tekur væl ímóti grønari orku, men mongu vindmyllulundirnar hava avgjørt sín prís. Betri hevði verið um talan var um havvindmyllulundir
18.04.2024 - 19:24

Jón Kragesten, limur í Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag, ynskir grøna orku, men hann heldur ikki, at vindmyllur er besta loysnin.

- Tað hevði verið munandi betri við vindmyllum á sjónum. Men inntil tá, mugu vit liva við at síggja nakrar vindmyllulundir um landið, sigur hann.


28 vindmyllur í einum øki
Sambært útbyggingarætlanini, sum Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, legði fram týsdagin, skal ein av teimum fimm, nýggju vindmyllulundunum setast upp á Glyvrafjalli í Eysturoynni.

Vindmyllulundin verður 25 megawatt og helst koma at standa eini fimm ella seks risastórar vindmyllur í økinum.

Men henda vindmyllulundin verður ikki tann einasta í nærøkinum. Í oktober í fjør kunngjørdi Effo, at felagið fer at byggja eina orkulund á vestursíðuni í Lambavík. Talan er um eina risastóra orkulund, sum verður 100 megawatt, also fýra ferðir størri enn tann, sum skal setast á Glyvrafjalli. Í Eysturlund, sum sambært Effo fer at kosta millum eina og hálva aðru milliard krónur, koma at standa 22 risastórar vindmyllur.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
3-2 (3. mars 2025)
190943
Týsdag 22. apríl
3-2 (17. februar 2025)
190942
Týsdag 22. apríl
3-2 (27. januar 2025)
190941
Týsdag 22. apríl
3-2 (20. januar 2025)
190940
Týsdag 22. apríl
3-2 (10. februar 2025)
190939