- Tíðindi, mentan og ítróttur
Oljudálking á landi og sjógvi ikki revsað eins
Orsøkin, at bøturnar fyri at dálka á landi eru væl minni enn dálking av sama slag á havi, skal finnast á lóggávuøkinum.
Ert tú atvoldin til oljudálking á landi brýtur tú lógina um umhvørvisvernd, og ert tú atvoldin til somu dálking á sjónum, brýtur tú lógina um at verja havumhvørvið.
Tá talan er um oljudálking á landi, har til ber at staðfesta, hvussu nógv olja er farin út, so mælir Umhvørvisstovan vanliga til at bøturnar verða ásettar á sama stigi, sum oljudálkingin var hend á sjónum.
Men Føroya rættur, hevur fyrr mett øðrvísi. Bøtur fyri oljudálking á landi eru ofta ein triðingur av bótunum á havi.
Á sjónum eru dømi um bøtur upp á væl omanfyri 100.000 krónur fyri oljudálking. Sambært Suna Petersen er munandi minni oljudálking á havinum í dag samanborið við fyri 10-15 árum síðani.
Í 2010 kom kunngerðin um bunkring, og í 2011 hækkaðu bøturnar fyri dálking á havinum.
Á Umhvørvisstovuni metir man, at hetta hevur hjálpt til at fyribyrgja.