Stjørnan flytur heimanífrá

Stjørnan flytur heimanífrá
Eftir 90 ár í Klaksvíkar Ítróttarfelag tekur Stjørnan seg úr KÍ og verður sjálvstøðugt hondbóltsfelag - eisini á pappírinum
29.08.2022 - 18:38

Stjørnan fer  nú at taka seg úr Klaksíkar Ítróttarfelag.

Á eykaaðalfundi hjá KÍ í næstum verður uppskot lagt fram um, at hondbóltsdeildin, Stjørnan, skal takast burtur úr KÍ.

 - Tað er ikki endiliga tað, at vit vilja sleppa burtur úr KÍ, sigur Súsanna Lydersen, forkvinna í Stjørnuni. 

 - Men lógir og reglur fyri ítróttarfeløg verða strangari og strangari, og vit verða noydd at liva upp til tey. Hetta er so ein avleiðing av tí.

Í roynd og veru hevur Stjørnan í longri tíð virkað sum sjálvstøðugt felag, og eftir nærum eina øld í Klaksvíkar Ítróttarfelag er tíðin komin, heldur forkvinnan.

 - Børn vaksa til, og so flyta tey heimanífrá og verða sjálvstøðug. Nú er Stjørnan 90 ár, og tað er kanska tíð upp á, at mann stendur á egnum beinum og ikki er tongdur at einum øðrum ítróttarfelag, sum hevur eina heilt aðra ítrótt enn hondbólt, sigur Súsanna Lydersen.

Samanlegging liggur ikki kortunum

Stjørnan hevur ongan mannfólkahondbólt havt síðan miðskeiðis í nítiárunum, meðan Team Klaksvík varð stovnað við júst hesum endamáli í 2006.

Feløgini samstarva í løtuni um venjarar í ungdómshondbóltinum, men samanlegging liggur ikki í kortunum í løtuni, sigur forkvinnan.

- Sum er meta vit, at tað er fínt, sum tað er, og at ongin orsøk er at róta í tí, sigur Súsanna Lydersen.


 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109