Elias, Hákun og hinir: skulu royna seg ímóti risunum

Elias, Hákun og hinir: skulu royna seg ímóti risunum
Hósdagin fer U20-landsliðið í hondbólti undir EM-endaspælið í Portugal. Hetta er ein risastór avbjóðing hjá liðnum, sum millum annað skal spæla ímóti sterka danska liðnum
04.07.2022 - 19:08

Risastór avbjóðing stendur fyri framman hjá Eliasi á Skipagøtu, Hákuni West av Teigum og hinum á U20-hondbóltslandsliðnum, sum skal kappast um EM-heiti í endaspælinum í Portugal.

Danmark, Slovenia og Ungarn eru mótstøðuliðini í 'deyðsbólkinum', sum onkur hevur doypt hann. 

 - Vit hava vant hart nú í langa tíð, og nú merkist á bæði venjarum og spælarum, at tað byrjar at nærkast, sigur annar av venjarunum, Julian Johansen.

Saman við Mark Lausen-Marcher hevur hann staðið á odda fyri fyrireikingunum, sum hava vart í nógvar vikur.

Stjørnurnar gleða seg sum smábørn

Tveir av stóru spælarunum á liðnum, Elias á Skipagøtu og Hákun West av Teigum, hava hóast ungan aldur longu roynt eitt sindur av hvørjum í hondbólti. 

Elias á Skipagøtu hevur vunnið svenska meistaraheitið við felagið sínum, IK Sävehof, har hann eisini hevur spælt evropeiskan hondbólt, meðan Hákun West av Teigum umboðar Skanderborg Aarhus í bestu donsku deildini.

Báðir teljast teir millum bestu spælararnar á føroyska A-landsliðnum, sum fyrr í ár millum annað spælda play-off dystir ímóti Týsklandi. Báðir siga kortini, at komandi kappingin og hetta liðið er nakað serligt.

 - Vit eru jú ein bólkur, sum hevur hildið saman og upplivað nógv ígjøgnum nógv ár. Vit gleða okkum serliga nógv í ár, tí EM er tað størsta, sum vit higartil hava roynt, sigur Hákun West av Teigum.

 - Hetta eru allir vinmenninir, sum vit altíð hava spælt saman við. Vit hava spælt saman, síðan vit vóru eini átta ár, so tað er nakað serligt, tá vit eru avstað saman, sigur Elias á Skipagøtu.

Føroyska ferðaliðið fer avstað týsdagin, og spælir fyrsta dystin hósdagin, tá Danmark verður mótstøðulið. Væntað verður, at fleiri hundrað føroyingar vera í Porto, meðan kappingin verður spæld.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109