REYP: Dreymurin um eitt hondbóltslív

REYP: Dreymurin um eitt hondbóltslív
Føroyskur barnadokumentarur um hondbóltsdreymarnar hjá ungu føroyingum. Nú klokkan 18:30
22.04.2022 - 16:53

Í Føroyum íðka 2.200 fólk hondbólt, og alsamt fleiri spælarar fara uttanlands at royna hondbóltseydnuna.

Tveir teirra eru tann 19 ára gamla, Rakul Wardum, og tann 16 ára gamli, Óli Mittún.

Rakul fór longu sum 16 ára gomul niður á Skanderborg Elite Håndboldakademi og spælir nú við Ajax í Keypmannahavn, og Óli Mittún skrivaði í mars í ár undir sáttmála við svenska meistaraliðið, Sävehoff.

Í sendingini greiða tey frá sínum dreymum um framtíðina og umrøða eisini tann longsul, sum kann gera um seg, tá ungfólk flyta burtur.

Uni Arge leggur til rættis og Mathias Dimon Næs setti saman.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109