Átala stovnar og landsstýrið

Átala stovnar og landsstýrið
- Men nú skulu viðurskiftini fáast uppá pláss, sigur formaðurin í løgtingsgrannskoðanini, Jónleif Johannesen
12.04.2019 - 19:19

Tað eru fleiri ár síðan løgtingið samtykti, at landsstýrið skal fáa fíggjarligt skil á almennu byggiverkætlanirnar. 
Men enn er einki hent, staðfestir nýggja kanningin av byggiverkætlanini í Marknagili.

Landsgranskoðanin átalar:
Partarnir, ið vara av skúladeplinum í Marknagili, hava ikki hildið sína eftirlitsskyldu. Tað er niðurstøðan hjá Beintu Dam, landsgrannskoðara í frágreiðing, ið var handað løgtingsgrannskoðarunum í dag.
Um Landsverk sigur hon, at tey hava ikki brúkt fíggjarstýringarskipanina nøktandi. Nógvir sáttmálar og avtalur eru ikki skrásett rætt, og tí hevur tað verið torført at hildið skil á, hvat er brúkt uppá verkætlanina. Tí hevur kunningin til myndugleikarnar eisini í besta føri verið ivasom.

Samferðslumálaráðið, ið hevur ábyrgd av Landsverki og byggingini, hevur ikki í nóg stóran mun yvirhildið sínar eftirlitsskyldur. Tey hava ikki spurt seg fyri ella kannað nóg væl um trupulleikar í sambandi við byggingina, og hava ikki kannað leiklutin hjá Landsverki nóg væl, hóast ráðið varar av Landsverki.

Mentamálaráðið, ið hevur biðið um skúlan, hevur ikki sóknast nóg væl eftir skjalprógvi fyri at játtanin fór at halda, annað enn at spyrja Landsverk einaferð um mánaðin um peningurin fór at røkka til.

Leikluturin hjá Fíggjarmálaráðnum hevur í stóran mun verið at lagt til rættis fíggjarlóg og eykajáttanir, ið Mentamálaráðið hevur biðið um, og at tryggja, at uppskotini eru innanfyri karmarnar.

Eisini sigur landsgrannskoðarin, at leikluturin hjá løgmansskrivstovuni og løgmanni, hevur í stóran mun verið at vísa á, hvør hevur ábyrgd av hvørjum, tá ivi hevur stungið seg upp millum Mentamálaráðið, Samferðslumálaráðið og Landsverk.


 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109