Í myndum: Altjóða poppgull regnaði í Listastovuni

Herfyri gav Jasmin Mote, sum í dag spælir undir listanavninum Jazzygold, EP-ina "It's Been a While" út. Um vikuskiftið hevði Jazzygold útgávukonsertir, og tann fyrsta var í hugtakandi og intima spælistaðnum Listastovuni í Miðvági. Listastovan er gamli møtisalurin hjá brøðrunum í Miðvagi, sum tá æt Salem. Onkur tvíheldur, at søgan hjá einum rúmi býr í veggunum, og tá tú trínur inn í Listastovuna, kennist veingjasúsið av upprunaliga virkseminum í húsinum sera týðiliga.  

"It's Been a While" er um eina sera persónliga plátu, ið sigur søguna hjá Jasmin Mote um at vaksa upp millum tvær mentanir í Vestmanna. Meðan mamman er føroysk, er pápin úr Kenja. Tað var ikki altíð líka lætta at vera litt og skilja seg burtur úr rúgvuni. Jasmin greiddi frá, at hon hevði nøkur evnir, ið hon kendi á sær, at hon mátt skriva sangir um, fyri at fáa tey burtur frá lívinum. Teir sangirnir eru á plátuni. 

Konsertin var eisini intim, tí nógv av teimum nærmastu hjá Jasmin, sjeikurin, mamman og systurin, vóru hjástødd. Systurin, Laila Mote, hevur staðið fyri at sniðgeva plátuna "It's Been a While" grafiskt. 

Konsertin hjá Jazzygold í Listastovuni hevði eitt ómetaliga høgt altjóða poppflog. Eitt er, at sangir, sum Jasmin Mote skrivað saman við svianum Daniel Hedberg, hava ein altjóðaskurð, ið er rættiliga óvanligur at hoyra frá einum føroyskum tónlistafólki. 

Nakað annað er, at bólkurin hjá Jazzygold er mannaður við nøkrum av bestu ungu tónleikarunum, ið vit eiga. Vinjar Egilsnes Petersen á tangentum, Ari Johannesen á gittar og Harald Fonsdal Johannesen á trummunum.

Jasmin Mote er, umframt at vera ein ómetaliga dugnalig sangarinna, eisini ein dugnaligur søgusigari. Hon leidd áhoyrararnar í Listastovuna sera natúrliga gjøgnum konsertina hjá Jazzygold soleiðis, at tey, ið vóru til konsertina, kendu seg væl. 

Evnið at fáa áhoyrararnar at kenna seg væl er ein gáva, tí tey, ið vóru til konsertina í Listastovuni, fóru út aftur við einari fjálgari kenslu av at fingið ein nýggja vin í Jasmin. Tað er onkursvegna tað, ið sterk tónlistafólk eisini duga, at skapa tað nærveruna við áhoyrararnar. 

Nógv vóru eisini tey, ið vildu ognað sær eina plátu, eina plakat ella eina tasku frá Jazzygold eftir konsertina. 

"It's Been a While" fæst sum pláta og fløga, men kann eisini hoyrast á øllum stroymingtænastunum. Á plátuni eru seks løg, ið Jasmin Mote hevur skrivað saman við Daniel Hedberg, ið eisini hevur innspælt, ljóðblandað og mastrað. 

Er kopiera