Útheimurin

Íslendska løgreglan er um at vera liðug at kanna málið um eina íslendska kvinnu, ið varð myrd síðst í januar. Málið skal skjótt latast ákæruvaldinum

Verkfallið í íslendska fiskiflotanum, sum vardi í tíggju vikur, hevur skatt álitið millum fiskimenn, reiðarar og íslendska fólkið

Nýggja innferðarforboð hjá amerikanska forsetanum, Donaldi Trump, kemur í gildi longu í næstu viku. Hawaii fer í rættin við forboðnum

Kina hóttir við tiltøkum, nú USA ætlar at seta upp eina rakettskipan, sum skal verja Suðurkorea móti álopum frá Norðurkorea

Irakskar herdeildir hava tikið størstu stjórnarbygningarnar aftur í Mosul, har sonevndi Islamski Staturin hevur havt ræðið

Løgreglan í Íslandi bíðar nú bara eftir at fáa lívfrøðilig úrslit aftur frá kanningunum í málinum um eina unga kvinnu, sum hvarv síðst í januar

Norðurkorea svarar nú aftur, eftir at USA og Suðurkorea í síðstu viku byrjaðu árligu hernaðarvenjingarnar. USA fordømir hendingina

Hollendska fakfelagið, FNV, hevur meldað Samskip til løgregluna, tí lastbilførarar fáa ikki røttu lønina, skrivar Morgunblaðið

Kina vil minka um framleiðsluna av koli og stáli fyri at fáa reinsað luftina og sleppa av við ógvusligu dálkingina í býunum

Grønlendingar drekka meira rúsdrekka enn áður, vísa nýggj tøl frá grønlendsku hagstovuni

Síður