- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kanningararbeiðið næstan liðugt
Um hálvan mars fær ákæruvaldið úrslitið av kanningunum, og so verður støða tikin til, hvat ein grønlendingur sum situr fongslaður í Íslandi, skal ákærast fyri.
Tað skrivar grønlendska kringvarpið við fleiri íslendskum miðlum sum keldu. Løgreglan hevur kannað málið í meir enn tveir mánaðir, og nú er komið undir land, sigur kanningarleiðarin, Grímur Grímsson.
Sent ymiskt til Svøríkis
Íslendska løgreglan hevur sent ymiskt til Svøríki til kanningar, og tá tey úrslitini eru greið, verður málið latið ákæruvaldinum, sum síðani tekur støðu til málið.
Tveir mans av grønlendska trolaranum, Polar Nanok, vórðu tiknir 18. januar, eftir at 20 ára gamla Birna Brjánsdóttir hvarv eftir ein túr í býnum í Reykjavík.
Umleið eina viku seinni, varð líkið av gentuni funnið á eini strond. Annar Grønlendingurin var latin leysur aftur nakað seinni, men hin situr framvegis í Reykjavík. Hann noktar seg sekan.