Irakiskar herdeildir tikið seg fram

Irakiskar herdeildir tikið seg fram
Irakskar herdeildir hava tikið størstu stjórnarbygningarnar aftur í Mosul, har sonevndi Islamski Staturin hevur havt ræðið
Hvønn dag rýma túsundtals fólk úr Mosul, ið er seinasti skansin hjá IS í Irak. Herdeildir hava nú tikið aftur stjórnarbygningarnar í býnum
Mynd: AP  
 
07.03.2017 - 11:48

BBC skrivar, at hetta framstigið kann rudda slóð fyri álopi á gamla býin í Mosul í Irak, har sera mong fólk búgva, og har IS-deildir enn víðgirða seg.

Hvønn dag rýma túsundtals fólk úr Mosul, ið er seinasti skansin hjá Islamskum Stati í Irak. Eystari partur av býnum fall aftur í hendurnar á irakska herinum í januar.

Hóast stjórnarbygningarnir í Mosul sum heild eru í sori, so verður hesin sigurin hildin at vera bæði strategiskt og súmbolskt týdningarmikil.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (6:6)
187318
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (5:6)
187317
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (4:6)
187316
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (3:6)
187315
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (2:6)
187314
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109