- Tíðindi, mentan og ítróttur
Rakettútskjóting elvir til stúran
Norðurkorea hevur í nátt sent fýra rakettir út yvir Japanska havið í sambandi við hernaðarvenjingar. Rakettirnar eru farnar einar 1.000 kilometrar út yvir havið, siga myndugleikarnir í Norðurkorea við Reuters-tíðindastovuna.
Rakettirnar eru helst eitt aftursvar til USA og Suðurkorea, sum í farnu viku byrjaðu sínar árligu hernaðarvenjingar. Stýrið í Norðurkorea roknar hesar venjingarnar sum fyrireiking til kríggj og hevur hótt við hørðum mótátøkum afturfyri.
Greinin heldur fram niðanfyri
BREAKING: South Korea: North Korea fired several banned ballistic missiles that flew about 1,000 km into ocean off its east coast.
— The Associated Press (@AP) March 6, 2017
Japan skýrir hetta at vera eina provokatión móti altjóða trygdini, serliga tí ein av rakettunum endaði innan fyri 200 fjórðingar úr japansku strondini.
- Hetta vísir greitt, at hóttanin frá Norðurkorea er farin inn í eitt nýtt skeið, sigur forsætisráðharrin í Japan, Shinzo Abe.
USA fordømir hendingina. Hetta er brot á yvirlýsingina hjá ST-trygdarráðnum, sum forbjóðar Norðurkorea at brúka hesi sløgini av hernaðartøkni, sigur ein talsmaður fyri amerikanska uttanríkisráðið sambært AFP-tíðindastovuni.