- Tíðindi, mentan og ítróttur
Drekka meira enn áður
Í fjør, 2016, vórðu 20.000 litrar fleiri framleiddir og innfluttir samanborið við árið fyri. Tað svarar til 5,4 prosent vøkstur av reinum alkoholi.
Upp á sikt er innflutningurin í Grønlandi av rúsdrekka minkaður ein triðjing samanborið við innflutningin fyri 25 árum síðani, í 1992.
8,7 litrar av alkoholi hvør
Talið í fjør svarar til, at hvør persónur, eldri enn 14 ár, drakk 8,7 litrar av reinum alkoholi. Tað er slakur hálvur litur meira enn í 2015, og svarar til 11,2 snapsar ella líknandi um vikuna.
Hesir gott 11 drammarnir eru settir saman av átta ølum, 2,3 gløs av víni, og einum sjussi, vísa tølini hjá Grønlendsku hagstovuni. Til samans vóru 383.000 litrar av reinum alkoholi innfluttir og framleiddir.
Í Føroyum vísa hagtøl hjá Rúsdrekka sølu landsins, at í 2015 drakk hvør føroyingur eldri enn 14 ár 6,4 litrar av reinum alkoholi, tað er ein desilitur meira enn fyrraárið. Seinastu 20 árini hava føroyingar eldri enn 14 ár drukkið í miðal 6,38 litrar av reinum alkoholi um árið.