Álitið í íslendsku fiskivinnuni byggjast uppaftur

Álitið í íslendsku fiskivinnuni byggjast uppaftur
Verkfallið í íslendska fiskiflotanum, sum vardi í tíggju vikur, hevur skatt álitið millum fiskimenn, reiðarar og íslendska fólkið
Álitið í íslendsku fiskivinnuni má byggjast upp aftur eftir verkfallið, sum í vetur var í tíggju vikur, sigur íslendski ráðharrin í fiskivinnumálum
Mynd: RÚV  
 
09.03.2017 - 09:04

Hetta álitið má nú byggjast uppaftur. Tað segði íslendski fiskimálaráðharrin, Þorgerður Katrín Gunnarsdóttir, á ráðstevnuni North Atlantic Seafood Forum í Bergen í gjár.

Fiskeribladet skrivar, at íslendski ráðharrin segði, at støðugar atfinningar eru móti reiðarum um, at teir ikki lata samfelagnum nóg nógv aftur.

Hon segði, at myndugleikarnir ætla at gera kvotuskipanina meira gjøgnumskygda, so opinleikin verður størri um, hvussu virðini í fiskivinnuni verða býtt.

Forða fyri verkføllum í framtíðini

Í januar, tá verkfallið var, fiskaðu íslendingar bara tíggjunda part av tí, sum varð fiskað í januar í fjør. Hetta skaðar eisini álitið millum fiskaseljarar og keyparar uttanlands.

Þorgerður Katrín Gunnarsdóttir segði, at endamálið er nú at forða fyri slíkum verkføllum í framtíðini. Tað verður gjørt við nýggjum samráðingarhátti. Annars segði íslendski ráðharrin, at fiskivinnan í landi hennara hevur sera góðan byr.

Reiðarar gjalda stórar hýrur og nógvan skatt, hóast nøkur halda, at teir eiga at gjalda meira, og stóru feløgini í fiskivinnuni hava framúr góð úrslit. Harafturat er toskastovnurin tann størsti í 60 ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (6:6)
187318
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (5:6)
187317
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (4:6)
187316
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (3:6)
187315
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (2:6)
187314
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109