- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kinverjar vilja aftur hava bláan himmal
Kina heldur fram at minka um dálkingina, sum javnt og samt plágar fólk í stórbýunum. Kinesarar ætla í ár at skerja stálframleiðsluna við 50 milliónum tonsum og kolframleiðsluna við 150 milliónum tonsum.
Minkingin er liður av einari endamálsorðing í eini frágreiðing fyri umleið 3.000 embætisfólk, ið hittast í dag, og sum eisini í hálvaaðra viku taka lut, tá parlamentið í Beijing kemur saman.
Fleiri orkuverk stongd
- Himmalin skal verða bláur aftur, sigur forsætisráðharrin, Li Keqiang, ið fer at seta ráðstevnuna í dag. Hann endurtekur eisini eina ávaring um, at eftirlitið er hert og at revsingin eisini verður herd.
Ein røð av orkuverkum, ið brúka kol, verða afturlatin. Harumframt verða nýggj orkuverk ikki gjørd fyribils. Lyftini hava samband við áralanga stríðið at minka um dálkingina orsakað av koli í Kina.
- Embætisfólk, sum ikki røkja síni størv, og framvegis loyva dálking at fara fram, verða drigin til svars, sigur Li Keqiang, forsætisráðharri, sambært tíðindastovuni hjá Ritzau.