- Tíðindi, mentan og ítróttur
Innferðarforboð roynast í rættinum
Sambært fleiri amerikonskum fjølmiðlum, millum annað CNN, sendu sakførarar í deilstatinum Hawaii ígjár inn fráboðan til rættin, har longu í dag verður roynt at sleppa undan nýggjasta innferðarforboðnum hjá Trump móti millum annað íbúgvum í seks londum, har meginparturin av fólkinum eru muslimar.
Vónin er, at ein samveldisdómari í Hawaii skal seta í gildi forboð móti hesum, og at forboðið kemur í gildið beinanvegin. Báðir partar í málinum hava biðið dómstólin um hoyring í málinum skjótast gjørtligt, so at avgerðin verður tikin áðrenn forboðið kemur í gildi.
Løgmálaráðið í USA hevur higartil ikki viðmerkt málið. Trump skrivaði mánadagin undir forsetaboðini, sum banna íbúgvum úr Somalia, Iran, Sudan, Jemen, Sýria og Libya at koma til USA frá og við 16. mars.
Innferðarforboðið fevnir ikki um Irak, eins og fyrsta innferðarforboðið gjørdi. Tað forboðið ógildaði ein samveldisdómstólur, sum metti, at tað var brot á grundlógina, tí tað í høvuðsheitinum var ætlað at raka muslimar, og at grundgivið var ikki nóg væl fyri forboðnum, skrivar NTB-tíðindastovan.