- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sikta eftir HM-endaspæli
HM-pláss stendur upp á spæl í teimum báðum playoff-dystunum hjá hondbóltkvinnunum ímóti Litava hesa vikuna.
Føroyar byrja við Tjarnir í annaðkvøld, og bakspælarin Maria Pálsdóttir Nólsoy er greið yvir týdningin av einum góðum úrslitið á heimavølli.
- Tað er sjálvandi øgiliga umráðandi at fáa eitt gott útgangsstøði, áðrenn vit skulu spæla útidystin í Litava, so har fara øll mál at telja, sigur bakspælarin úr HH Elite.
Fótfimi ímóti tyngd
Fótfimu og kviku føroyingarnar mugu aftur hesa ferð dúva upp á skjóta spælið ímóti litavum, sum hinvegin eru tungir og skotsterkir útifrá.
- Har trúgva vit upp á, at vit hava skjótt spæl og kvikar føtur, sum kunnu valda teimum trupulleikar, sigur venjarin Claus Mogensen.
Fleiri av EM-spælarunum eru ikki við í hópinum hesa ferð. Millum annað mangla Annika Ljósheim Petersen og Turið Arge Samuelsen. Hinvegin er Brynja Høj til reiðar til enn eitt tørn í miðverjuni saman við Pernille Brandenborg.
- Tað kemur ótrúliga væl við, at Brynja vil taka eitt tørn afturat, tí hon og Pernille hava spælt so nógvar minuttir saman, sigur landsliðsvenjarin.
- Vit høvdu ikki havt tíð at skapt tær somu relatiónirnar. Tær finna hvørja aðra skjótt, og tað vænti eg verður sera umráðandi ímóti Litava, sigur Claus Mogensen.
MYND: Andrei Vladut Antal