Tollstríð: Kina fer ikki at bakka fyri Trump

Tollstríð: Kina fer ikki at bakka fyri Trump
Amerikanski forsetin hevur lagt 50 prosent í tolli aftrat á kinesiskar vørur, sum verða innfluttar í USA
Xi Jinping, forseti, ætlar ikki at bakka fyri amerikanska forsetanum í málinum um risastórar tollhækkingar.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
08.04.2025 - 11:45

Kinesiski forsetin, Xi Jinping, fer ikki at bakka fyri revsitollinum hjá Trump, sum hevur lagt 50 prosent í tolli aftrat á kinesiskar vørur, sum verða innfluttar í USA. 

Tað boðaði talsfólkið hjá kinesisku uttanríkisráðnum, Lin Jian, frá í dag.

 

Lin Jian, talsmaður hjá kinesiska uttanríkisráðnum. (Mynd: AP)

 

- Kinesarar elva ikki til trupulleikar, og teir eru heldur ikki bangnir fyri tí. Trýst, hóttanir og penganoyðsla eru ikki rætti mátin at fáast við Kina. Kina tekur sjálvandi neyðug stig fyri at tryggja síni lógligu rættindi og áhugamál. Um USA vanvirðir áhugamál hjá báðum londum og altjóða samfelagnum, og heldur fast við at fara undir tollstríð og handilsstríð, so fer Kina at stríðast til tað síðsta, segði kinesiski talsmaðurin.

 

 

Hart móti hørðum 

Stýrið í Kina og og leiðslan kinesiska kommunistaflokkinum er sannført um, at USA í roynd og veru roynir at máa støðið undan kinesiska búskapinum.

- Tað verður sett hart ímóti hørðum, sigur korrespondenturin hjá danska TV2 í Asia, Casper Wichmann:

 

08042025_Casper_Wichmann

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. apríl
Mono - Passions Just LIke Mine (5:5)
190823
Mikudag 16. apríl
LEITISSTEIN 15.04.25
190811
Mikudag 16. apríl
Morgunlestur mikudagur 16.apríl 2025
190557
Týsdag 15. apríl
50 ár síðani Froyur koppaði
190743
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805
Leygardag 12. apríl
Sement 2025: 2.umfar (2:3)
190653
Fríggjadag 11. apríl
KAKUMiKS (3:7)
190561
Fríggjadag 11. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190594