
- Tíðindi, mentan og ítróttur
27 ferðsluóhapp við fólkaskaða vóru í fjør
27 ferðsluóhapp við fólkaskaða vóru í fjør
Ráðið fyri ferðslutrygd sigur, at okkurt bendir á, at rúsevni í ferðsluni eru ein vaksandi avbjóðing

Í fjør vóru líka nógv tikin fyri rúsevniskoyring sum fyri rúsdrekkakoyring. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
08.04.2025 - 10:54
27 ferðsluóhapp vóru við fólkaskaða í fjør.
Í trimum førum var rúsdrekka, rúsevni ella heilivágur uppií.
27 óhapp eru trý færri enn í 2023.
Í ferðslutrygdarætlanini fyri Føroyar 2019 til 2027 er høvuðsmálið, at ferðsluóhapp við fólkaskaða skulu vera 30 prosent færri í 2027 enn í 2018.
Tað vil siga 21 óhapp í 2027 og 24 í 2024. Tey vóru 27 í 2024.
Lovisa Petersen Glerfoss er stjóri í Ráðnum fyri ferðslutrygd. Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Rúsevni vaksandi avbjóðing
Ráðið fyri ferðslutrygd sigur, at okkurt bendir á, at rúsevni í ferðsluni eru ein vaksandi avbjóðing.
Í fjør vóru líka nógv tikin fyri rúsevniskoyring sum fyri rúsdrekkakoyring.
Tey vóru 64 fyri rúsdrekkakoyring og 64 fyri rúsevniskoyring.
Í 2023 vóru tølini ávikavist 85 og 34 og 106 og 25 í 2022.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV