- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fýra flokkar skipa samgongu í Grønlandi
Fýra flokkar skipa samgongu í Grønlandi
Jens-Frederik Nielsen, formaður í flokkinum Demokraatit, verður nýggjur landsstýrisformaður

Jens-Frederik Nielsen verður nýggjur landsstýrisformaður í Grønlandi
Mynd: KNR
28.03.2025 - 07:57
Grønlendingar fáa í dag nýtt landsstýri, og talan verður um eina stóra samgongu.
Tað er bara flokkurin Naleraq, sum ikki er partur av nýggja landsstýrinum.
Flokkarnir í landsstýrinum eru borgarligu flokkarnir Demokraatit og Atassut, og vinstrahallu flokkarnir IA og Siumut.
Teir hava tilsamans 23 sessir í landstinginum. Naleraq, sum verður í andstøðu, hevur átta tingsessir.
Jens-Frederik Nielsen, formaður í flokkinum Demokraatit, verður nýggjur landsstýrisformaður.
Demokraatit var heilt stóri vinnarin á landstingsvalinum 11. mars, og fekk sløk 30 prosent av atkvøðunum.
Nýggja grønlendska landsstýrið verður skipað klokkan 13, føroyska tíð.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV