- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hagstovan kannar stutttíðarleigu til ferðafólk
Hagstovan kannar stutttíðarleigu til ferðafólk
Kannað verður, hvussu nógv ferðafólk, føroysk og útlendsk, brúktu stutttíðarleigu í fjør, og hvussu nógvar pengar, tey brúktu til leiguna

Hagstovan er farin undir at menna ferðavinnuhagtøl eftir altjóða leisti.
25.03.2025 - 08:34
Hagstovan kannar nú stutttíðarleigu til ferðafólk í fjør.
Endamálið er at kanna, hvussu nógv ferðafólk, føroysk og útlendsk, brúktu stutttíðarleigu í fjør, og hvussu nógvar pengar, tey brúktu til leiguna.
Hagstovan er farin undir at menna ferðavinnuhagtøl eftir altjóða leisti.
Endamálið er at gera eitt samanhangandi og sambærligt grundarlag til at lýsa útreiðslur og virðisskapan, sum ferðafólk og ferðavinnuviðkomandi virksemi hava á búskapin.
Føroysku hagtølini skulu vera sambærlig við hagtølini í øðrum londum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV