Semingsroynd millum Heilsuhjálparafelagið og KAF í dag

Semingsroynd millum Heilsuhjálparafelagið og KAF í dag
Ber semingsroyndin ikki á mál, fara limirnir í Heilsuhjálparafelagnum í verkfall
Terje Sigurðsson, semingsmaður.
 
25.03.2025 - 08:38

Klokkan tíggju byrjar fundurin, sum Semingsstovnurin hevur við Heilsuhjálparafelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið.

Ber semingsroyndin ikki á mál, fara limirnir í Heilsuhjálparafelagnum í verkfall.

Tað var avgjørt á aðalfundi hjá Heilsuhjálparafelagnum leygardagin.

Nevndin í Heilsuhjálparafelagnum legði uppskot fyri aðalfundin um, at nevndin skuldi fáa heimild at lýsa arbeiðssteðg, um semingsroyndin ikki ber á mál.

Og hetta var samtykt við stórum meiriluta.

Sáttmálin hjá Heilsuhjálparfelagnum fór úr gildi 1. oktober í fjør, men arbeitt verður eftir honum, til nýggjur sáttmáli er gjørdur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. mars
Veðrið
189777
Týsdag 25. mars
KAKUMiKS kemur 28. mars!
189768
Sunnudag 23. mars
Ein varði í lívi mínum
189664