
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Beinir siktar eftir stjørnunum
Beinir siktar eftir stjørnunum
Beinir hevur havt eitt gott tónleikaár - bæði her heima og í Danmark. Eg ætli mær at blíva kempi stórur, sigur sangarin, sum í vikuskiftinum vann tvær FMA virðislønir
24.03.2025 - 19:25
Tað er spennandi at vera eg í løtuni, sigur Beinir Troest, sum hevur úr at gera í løtuni. Sangarin hevur stórar ætlanir - og tær eru ikki vorðnar minni, eftir at hann vikuskiftinum vann tvær FMA virðislønir.
25 ára gamli sangarin vann fyrst ársins sang við Romeo, og løtu seinni vann hann áhoyraravirðislønina.
"Eg hevði líkasum vónað, at eg hevði fingið eina FMA, men at fara avstað við tveimum - ja, tað var feitt", sigur Beinir, sum hevur skrivað sangin um unnustuna.
Beinir hevur í mong ár verið eitt kent navn í Føroyum, men nú er føroyingurin eisini eitt kent navn í Danmark, har hann hevur framført á fleiri stórum pallum.
"Tað stórsta, sum eg havi upplivað, var, tá eg spældi til Vild med Dans", fortelur Benir, sum trein á stóra pallin hjá Tv2 við lagnum "Call me a dreamer" í fjør.
Og 25 ára gamli sangarin er nevniliga ein droymari: Ein, sum siktar eftir stjørnunum. "Eg ætli mær at blíva kempi stórur", sigur hann flennandi.
Greener
Í fjør útgav Beinir sína debutplátu sum vaksin, “Greener”. Í tí samband var hann gestur í sendingini Leitisstein.
>>Hoyr Beinir greiða frá um plátuna hjá sær “Greener” í sendingini LEITISSTEIN.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV