- Tíðindi, mentan og ítróttur
Maturin er dýrkaður, men klæði og skógvar eru bíligari
Maturin er dýrkaður, men klæði og skógvar eru bíligari
Kjøt, serliga lambskjøt og svínakjøt, eru dýrkað níggju prosent seinasta árið

Lambskjøtið er dýrkað níggju prosent seinasta árið.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
25.03.2025 - 08:06
Matur er vorðin dýrari at keypa hetta seinasta árið. Hann er fimm prosent dýrari.
Men klæði og skógvar eru vorðin bíligari.
Tað vísir nýggjasta brúkaraprístalið.
Kjøt, serliga lambskjøt og svínakjøt, eru níggju prosent dýrari.
Smør er 10 prosent dýrari.
Mjólk, ostur og egg eru 3,3 prosent dýrari.
Prísirnir á møblum, búnýti og tubbaki eru hækkaðir nakað.
Og foreldragjaldið í dagstovnum er eisini hækkað.
Sjokuláta og góðgæti eru fýra prosent dýrari nú enn í februar í fjør.
Kaffi er dýrkað 11 prosent.
Og húsaleigan er átta prosent størri nú.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV