Vit gita – umaftur: Árni byrjar

Vit gita – umaftur: Árni byrjar
Tað verða helst tríggjar broytingar frá gitingini hóskvøldið. Nú er líkt til, at Árni Frederiksberg byrjar inni
Árni Frederiksberg
Mynd: Bárður Lydersen  
 
22.03.2025 - 15:55

Tað er í kvøld klokkan 19.45, at føroyska manslandsliðið í fótbólti skal spæla sín fyrsta landsdyst í HM 2026 undankappingini. Dysturin verður á nýggja Malšovická leikvøllinum, sum liggur í býnum Hradec Králové, nakað uttan fyri Prag.

Hóskvøldið gittu vit á KVF.fo, at føroyska liðið fór at byrja soleiðis (5-4-1): Mattias H. Lamhauge – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson, Viljormur Davidsen – Hanus Sørensen, Hallur Hansson, Brandur Hendriksson, René Shaki Joensen – Páll A. Klettskarð

Longu til venjingina í gjár var greitt, at nøkur nøvn vóru skeiv og í dag sigur okkara informatión, at Jann Benjaminsen, Árni Frederiksberg og Petur Knudsen verða við frá byrjan, meðan Jóannes K. Danielsen, Réne Shaki Joensen og Páll A. Klettskarð byrja á bonkinum.

Vit gita - umaftur: (Føroyar 5-4-1)

Mattias H. Lamhauge – Jann Benjaminsen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson, Viljormur Davidsen – Árni Frederiksberg, Hallur Hansson, Brandur Hendriksson, Hanus Sørensen – Petur Knudsen

Sjónvarpið hjá Kringvarpinum vísur HM-undankappingardystin millum Kekkia og Føroyar, sum verður í klokkan 19.45. Kringvarpið byrjar at senda frá klokkan 19 við upptakt og innsløgum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt páskadagur.
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878