
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Halda fram við samrøðum um vápnahvíld

Serligi sendimaðurin hjá USA, Steve Witkoff, sigur, at umboð fyri USA og Russland skulu hittast í Jeddah í Saudiarabia til nýggjar samrøður um vápnahvíld í Ukraina.
Í samrøðu við Fox News, fáar tímar eftir at amerikanski forsetin, Donald Trump, og russiski forsetin, Vladimir Putin, høvdu tosað saman í telefon, segði Witkoff, at samrøður um vápnahvíld byrja sunnudagin í Jeddah.
Viðvíkjandi vápnahvíld fyri undirstøðukervið fyri orku og mál í Svartahavi, sigur Trump, at Russland hevur góðkent bæði tvey, og at hann vónar, at Ukraina eisini tekur undir við tí.
Trump og Putin tosaðu í telefon í tveir tímar seinnapartin í gjár. (Mynd: AFP/Ritzau Scanpix)
Vilja gevast við álopum á orkuøki
USA hevur skotið upp 30 daga vápnahvíld í krígnum, men Trump fekk ikki Putin at taka undir við hesum, tá teir báðir tosaðu saman í telefon í gjár.
Í staðin játtaði Putin at gevast við russiskum álopum á orkuøki í Ukraina í 30 dagar.
Ukraina skal so samstundis gevast við sínum álopum á oljuverk inni í Russlandi.
Putin játtaði eisini at seta gongd á samráðingar um maritima vápnahvíld í Svartahavinum.
Eldur í russiskari oljugoymslu
Russiskir myndugleikar boða frá, at eldur er í eini oljugoymslu nærindis eini bygd í landsynningspartinum av landinum, eftir eitt ukrainskt dronuálop.
Eldurin kyknaði, tá vraklutir av eini niðurskotnari ukrainskari dronu duttu niður yvir oljugoymsluna, stendur í fráboðan frá sløkkiliðnum í Krasnodar Krai.
- Eldur kom í eina oljugoymslu nærindis bygdini, orsakað av vraklutunum, stendur í frágreiðingini.
Dronuálopið bleiv steðgað, leggur sløkkiliðið aftrat í fráboðanini.