Royna semju í dag

Royna semju í dag
Semingstovnurin hevur longt sáttmálan millum Maskinmeistarafelagið og Reiðarafelagið fyri handilsskip fyribils
Terje Sigurðsson og Fróði Sivertsen eru semingsmenn.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.03.2025 - 08:29

Klokkan tíggju fara Semingsstovnurin, Reiðarafelagið fyri handilsskip og Maskinmeistarafelagið á fund at royna at finna semju um nýggjan sáttmála.

Semingstovnurin hevur longt sáttmálan til á midnátt fríggjakvøldið, ella so leingi, samráðingarnar ikki slitna.

Sáttmálin er galdandi fyri handilsskip, frálandavinnuskip, Bakkafrost og Norrønu.

Hann var galdandi til 1. mars, men er longdur tríggjar ferðir.

Í gjár góðtóku Skipara- og navigatørfelagið og Reiðarafelagið eitt semingsuppskot.

Og Fiskimannafelagið og Reiðarafelagið fyri handilsskip gjørdu eisini sáttmála.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238