Nýggjur sáttmáli gjørdur fyri dekkarar og kokkar við handilsskipum

Nýggjur sáttmáli gjørdur fyri dekkarar og kokkar við handilsskipum
Partarnir eru samdir um eina lønarhækking upp á 3,92 prosent fyrra árið og 3,87 prosent seinna árið
Jens Meinhard Rasmussen, formaðurin í Reiðarafelagnum fyri handilsskip, og Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum.
Mynd: Vinnuhúsið  
 
18.03.2025 - 15:13

Í dag hava Reiðarafelagið fyri Handilsskip og Føroya Fiskimannafelag skrivað undir tvey ára semju um nýggjar sáttmálar fyri dekkarar og kokkar við handilsskipum

Partarnir eru samdir um eina lønarhækking upp á 3,92 prosent fyrra árið og 3,87 prosent seinna árið.

Harumframt hækkar eftirlønin eitt hálvt prosent. Aðrar broytingar og tillagingar eru eisini gjørdar í sáttmálanum.

Talan er um sama lønarkarm, sum semja hevur verið um á privata arbeiðsmarknaðinum í hesum samráðingartíðarskeiði, ið byrjaði 1. mai 2024.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856