310 milliónir í avlopi í fjør eftir skatt

310 milliónir í avlopi í fjør eftir skatt
Leiðslan í Føroya Banka væntar, at nettoúrslitið í ár verður millum 210 og 240 milliónir kr.
Á aðalfundinum 27. mars verður skotið upp at gjalda partaeigarunum 350 mió. kr., 36,46 kr. fyri hvørt partabrævið, í vinningsbýti.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
26.02.2025 - 08:10

Føroya Banki hevði 310 mió. kr. í avlopi eftir skatt í fjør.

Tað var 308 milliónir í 2023.

Leiðsla bankans væntar, at nettoúrslitið fyri 2025 verður millum 210 og 240 mió. kr.

Á aðalfundinum 27. mars verður skotið upp at gjalda partaeigarunum 350 mió. kr., 36,46 kr. fyri hvørt partabrævið, í vinningsbýti.

Okkurt um 5.500 føroyingar eiga 55 prosent av partapeninginum í Føroya banka, harav eigur landið 35 prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947