Verja móti ferðavinnuni

Verja móti ferðavinnuni
Allar kommunur skulu nú gera eina ferðavinnuætlan
Allar kommunur skulu nú gera eina ætlan um ferðavinnu.
Mynd: Bjarn Árting Rubeksen  
 
20.03.2025 - 06:43

Allar kommunur skulu nú gera eina ferðavinnuætlan.

Tað stendur í uppskoti um kunngerð hjá Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum um kommunalar ferðavinnuætlanir, avtalur um handilsliga ferðavinnu og annað.

Endamálið við kommunalari ferðavinnuætlan er at menna og fyriskipa ferðavinnuna, so hon sum minst ger seg inn á náttúru, djóralív, heimafólkið, mentan og mentanararv.

Ferðavinnuætlanin skal verja og, har tað er neyðugt, endurbøta náttúruna, tryggja fyrilit fyri náttúruligum, jarðfrøðiligum, mentanarligum og søguligum virðum og tilfeingi, menna trivnað, mentan og vinnumøguleikar á staðnum og órógva landbúnað og annað virksemi sum minst.

Uppskotið sigur, at ikki er loyvt at krevja, at ferðafólk, bara fyri at fáa atgongd at ávísum øki, skulu gjalda fyri tænastuveiting.

Uppskotið er sent til hoyringar. Freistin er til 21. apríl.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 20. mars
Foytar greyðir 2025 - teknmálstulkað
189466
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (3:3)
189445
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (2:3)
189444
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301