Russar eru samdir við USA

Russar eru samdir við USA
Talsmaðurin í Kreml sigur, at áskoðanin hjá Trump-stjórnini um Ukraina er betri fyri Russland enn áskoðanin hjá Biden-stjórnini
Dmitrij Peskov er talsmaður hjá russisku myndugleikunum.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
20.02.2025 - 10:55

Russiskir myndugleikar eru púra samdir við nýggju stjórnina í USA um Ukraina.

Tað sigur talsmaðurin í Kreml, Dmitrij Peskov.

Hann staðfestir í dag, at áskoðanin hjá Trump-stjórnini er betri fyri Russland enn áskoðanin hjá Biden-stjórnini.

- Her eru vit púra samdir við amerikonsku umsitingina, sigur Peskov.

Sambært russiska talsmanninum, er semja um samskifti millum Russland og USA á øllum økjum, eitt nú um at býta um fangar.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur verið sera bersøgin um Ukraina seinasta samdøgrið. 

Millum annað hevur hann skírt ukrainska forsetan, Volodymyr Zelensky, fyri 'einræðisharra'.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017