![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/myndasavn-width/public/hegseth.jpg?itok=9s3uFk97)
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgmaður harmast útsagnir úr USA um Ukraina
Løgmaður harmast útsagnir úr USA um Ukraina
Aksel V. Johannesen stúrir fyri, at um Ukraina verður kroyst til at lata land fyri at skapa frið, so kann tað skapa fordømi um, at tað loysir seg at leypa á onnur lond
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/20250128-dsc00160-vegamot-_rikisfelagsskapurin-sharpenai-focus.jpg?itok=OkEVjLu6)
Aksel V. Johannesen, løgmaður.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
13.02.2025 - 08:41
Løgmaður, sum í dag er á ráðstevnu í München um altjóða trygd, harmast um uppskotið frá USA, um at Ukraina skal lata land fyri at fáa frið við Russland.
Boðini frá amerikanska verjumálaráðharranum, Pete Hegseth, á NATO-fundinum fyri verjumálaráðharrar í Brússel í gjár var, at Ukraina noyðist at lata land, fyri at friður kann fáast millum Russland og Ukraina. Hann segði eisini, at Ukraina skal ikki gerast limur í Nato.
Pete Hegseth er nýggjur amerikanskur verjumálaráðharri. (Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)
Aksel V. Johannesen stúrir fyri, at um Ukraina verður kroyst til at lata land fyri at skapa frið, so kann tað skapa fordømi um, at tað loysir seg at leypa á onnur lond.
Hoyr innslag í útvarpstíðinunum:
13022025_Logmadur_um_Ukraina
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV