Útvega meiri vitan um føroyskt bústaðartilknýti

Útvega meiri vitan um føroyskt bústaðartilknýti
Útgreinað hagtøl um fólk, sum hava føroyskt bústaðartilknýti og lesa á donskum útbúgvingarstovnum og búgva uttanlands, eru í menning
Lærdi háskúlin í Keypmannahavn. Ein seruppgerð vísir, at føroyingar, sum lesa í Danmark og búgva uttanlands, eru 500 færri nú enn í 2012. 
 
13.02.2025 - 09:09

Hagstovan og Danmarks Statistik arbeiða saman um fáa meira vitan um fólk við føroyskum bústaðartilknýti, sum búgva ella hava búð í Danmark.

Ein partur er um útbúgvingardátur úr skráum hjá Danmarks Statistik. 

Eitt úrslit er, at útgreinað hagtøl um førleikagevandi útbúgvingar á donskum útbúgvingarstovnum hjá fólki við føroyskum bústaðartilknýti, sum búgva uttanlands, eru í hagtalsgrunninum. 

Útgreinað hagtøl um fólk, sum hava føroyskt bústaðartilknýti og lesa á donskum útbúgvingarstovnum og búgva uttanlands, eru í menning. 

Tað sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, í svari til Bárð á Lakjuni, løgtingsmann.

Hann sigur, at almenn hagtøl væntast at vera tøk í hagtalsgrunninum í ár.  

 

Djóni Nolsøe Joensen. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

Bárður á Lakjuni, løgtingsmaður. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

500 færri enn í 2012

Ein seruppgerð vísir, at føroyingar, sum lesa í Danmark og búgva uttanlands, eru 500 færri nú enn í 2012. 

Minkingin er 20 prosent, úr 2.350 í 2012 til 1.850 í 2022.

Eingi fullfíggjað almenn hagtøl eru um lesandi ella førleikagevandi útbúgvingar í Føroyum. 

Til tess krevst, at Hagstovan fær fígging til at raðfesta menning og gera útbúgvingarhagtøl.

Tað er leysliga mett at kosta eina millión krónur árliga, sigur landsstýrismaðurin. 

Tá fólk hava búð í Føroyum helvtina av sínum lívi ella í sjey av tíggju samanhangandi árum einaferð í lívinum, hava tey, sambært Hagstovuni, bústaðartilknýti til Føroya.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. mars
LEITISSTEIN 18.03.2025 (FMA 2025)
189394
Týsdag 18. mars
Morgunlestur týsdagur 18.mars 202
189184
Mánadag 17. mars
Stuttligar søgur úr gomlu Havnini
189339
Mánadag 17. mars
NSÍ er tjekkað inn
189329
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238