Sí brellbita úr nýggja filminum hjá Sakarisi Stórá

Sí brellbita úr nýggja filminum hjá Sakarisi Stórá
"Síðsta paradís á jørð" kallast nýggi filmurin hjá føroyska filmsleikstjóranum Sakarisi Stórá, sum byrjar at ganga í Havnar Bio 10. apríl. Her er fyrsti brellbitin
Sámal H. Hansen spælir høvuðsleiklutin sum Kári í nýggja føroyska filminum "Síðsta paradís á jørð"
 
10.02.2025 - 11:24

Tað er í løtuni rættiliga langt millum føroysku spælifilmarnar.

Tað er nærmast sum lundi á jólanátt, at ein nýggjur føroyskur filmur er at síggja í biografunum. 

Men 10. apríl byrjar nýggi filmurin hjá føroyska filmsleikastjóranum Sakarisi Stórá, "Síðsta paradís á jørð", at ganga í Havnar Bio. 

Og í dag ber til at síggja fyrsta brellbitan frá filminum. 

Tað eru Adomeit Film, Kykmyndir og Øst for Paradis Filmimport sum hava latið "Síðsta paradís á jørð" framleiða. 

 

Ein søga um samleika, sakn og longsul

Í stuttum snýr "Síðsta paradís á jørð" seg um hin unga Kára, sum livir eina friðarliga tilveru í einari lítlari føroyskari bygd.

Kári fær tó nakrar avbjóðingar, tá vinir flyta, arbeiðspláss hvørva, og hann noyðist at finna sín egna samleika í einum samfelagi í broyting. 

Kára dámar væl einfalda lívið í lítlu føroysku bygdini, men saman við systrini, Silju, so syrgir Kári í øllum stillum deyða mammunar.

Kári leitar sær troyst í arbeiðinum á flakavirkinum í bygdini, Silja hevur trupult við at gera skúlan lidnan, og pápi teirra stingur av til sjós. 

"Síðsta paradís á jørð" er ein søga um samleika, sakn og longslu. Ein søga um lívið, ið er, og vónina um ein betri morgindag, stendur í tíðindaskrivi frá Kykmyndum.  

 

Spennandi høvuðsleikarar

Í høvuðsleiklutunum eru Sámal H. Hansen sum Kári og Bjørg Brynhildardóttir Egholm, sum roynir seg fyri fyrst ferð á filmi, ið spælir leiklutin sum lítlasysturin Silja.


Bjørg Brynhildardóttir Egholm roynir seg fyri fyrstu ferð í einum filmsleiklut, tá hon spælir Silja í "Síðsta paradís á jørð"

 

Annars er bæði kendir og ókendir sjónleikarar við í filminum, eitt nú Hans Tórgarð og Annika Johannessen. 

Sakaris Stórá, ið hevur leikstjórnað, fekk sína filmsdebut í 2017 við "Dreymar við havið".

Sakaris Stórá hevur skrivað handritið saman við Tommy Oksen og Mads Stegger, og hin virðislønta Virginie Surdej hevur filmað. 

Jón Hammer frá Kykmyndum hevur framleitt. 


 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. februar
Norðurljóð 10.februar 2025
187245
Mánadag 10. februar
Hvør skal venja landsliðið
187571
Mánadag 10. februar
Góðan morgun Føroyar
187552
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371