Eir varpar ljós á tætta tilknýti føroyinga til havið  

Eir varpar ljós á tætta tilknýti føroyinga til havið  
"Búskaparliga eru vit føroyingar næstan 100 prosent bundin at havinum, men eisini mentanarliga og sálarliga hevur havið sera stóran týdning fyri okkum," sigur Eir í Ólavsstovu
Eir í Ólavsstovu, dokumentari, sum er í holt við eitt filmstríverk um havið
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
15.01.2025 - 20:00

Hóskvøldið verður heimildarfilmurin "Taradrotningin" eftir Eir í Ólavsstovu vístur í sjónvarpinum.

Filmurin snýr seg um Agnes Mols Mortensen og hennara taraframleiðslu og nýhugsandi hættir at gagnnýta havsins tilfeingi.  

 "Tað, sum er serliga áhugavert við tí, ið Agnes fæst við, er, at hon hugsar øðrvísi og lívfrøðiliga burðardygt. Tað er gjøgnumgangandi í øllum hennara arbeiði," staðfestir Eir í Ólavsstovu, dokumentaristur.  

"Agnes er eitt kvinnubrot og ein eldsál, ið hóast mótdrátt blívur við at kempa fyri sínum virðum og arbeiði sum taragranskari og -framleiðari. Hon hevur sterkan vilja og sterkar politiskar meiningar, og tað seyrar gjøgnum hennara arbeiði," útgreinar Eir í Ólavsstovu.  


Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

 

Tríverk um havið 

"Taradrotningin" er annar filmurin í tríverki um havið, sum Eir í Ólavsstovu fór í holt við í 2015.

Endamálið við verkætlanini er at varpa ljós á týdningin av havinum fyri okkum føroyingar og at vísa á, hvussu umráðandi tað er, at vit gagnnýta havið á burðardyggan hátt. 

Fyrsti filmurin í røðini, "Havið – kærleiki umborð", hevði frumframførslu í 2018 og viðgjørdi útróður. Nú kemur so heimildarfilmurin um "Taradrotningina", meðan tann triði og síðsti filmurin í røðini fer at snúgva seg um fiskivinnuna í Føroyum.  

"Búskaparliga eru vit føroyingar næstan 100 prosent bundin at havinum, men eisini  mentanarliga og sálarliga hevur havið sera stóran týdning fyri okkum øll, sum búgva her í Føroyum. Havið er í sentrum, og eg royni at lýsa hetta tilknýtið upp á ymiskar mátar, eitt nú at tað eru fólk, sum liva av havinum so ella so. Fyrst var tað útróður, og nú er tað gransking og nýggir mátar at gagnnýta havið burðardygt." 


Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

 

Fylgt Agnes í átta ár 

"Taradrotningin", sum hevur frumframførslu í Kringvarpinum hóskvøldið  eftir Dag og viku klokkan 19.25, fylgir lívinum hjá Agnes Mols Mortensen í átta ár – frá tí, hon kom aftur til Føroya eftir lokna útbúgving í USA og fram til í dag.   

"Avbjóðingarnar í sambandi við at gera filmin hava verið nógvar," ásannar Eir í Ólavsstovu um drúgvu framleiðslutíðina. "Agnes er ein fálátað dama, sum ikki dámar, at ljós verður varpað á seg. Og so vil hon eisini hava, at alt, ið hon sigur, skal vera lýtaleyst og rætt fakliga og harvið liva upp til øll heilsufrøðilig krøv, tá ið talan er um matframleiðsluna." 

Filmurin kom eisini í klemmu orsakað av, at hann ikki kundi vera frumsýndur, fyrr enn ein  umsókn um patent upp á taraframleiðsluna hjá Agnes Mols Mortensen var komin upp á pláss.  

"Eg haldi eisini, at tað er ein fyrimunur fyri søguna um Agnes, at tilgongdin bleiv so drúgv," ásannar Eir í Ólavsstovu.  

 

Hvat: Taradrotningin 
Hvar: Í sjónvarpinum og á KVF Sjón 
Nær: Hóskvøldið 16. januar kl. 19.25 og tá tað passar tær á KVF Sjón 

 

REY04208_Taradrotningin_2024_ok

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209