- Tíðindi, mentan og ítróttur
AfD eins stóra undirtøku sum CDU

Fyri fyrstu ferð hevur politiski flokkurin ytst á høgravongi, Alternative fúr Deutschland, - stytt AfD, eins stóra undirtøku sum borgarligu flokkarnir CDU/CSU, vísur meiningakanning.
Gallupstovnurin INSA hevur gjørt kanningina fyri blaðið Bild, og hon var kunngjørd í gjár.
Nærum seks vikur eftir valið hevur AfD undirtøku frá 24 prosentum, og tað fáa kristindemokratiski flokkurin CDU og systirflokkurin í Bayern CSU eisini.
Tað er eitt prosent-stig framgongd hjá AfD samaborið við seinastu meiningakanning av sama slagi, og ongantíð áður hevur ein flokkur skorað so nógv.
Samstundis ganga CDU/CSU, sum vunnu valið 23. februar, tvey prosent-stig aftur.
Á valinum fingu CDU/CSU 28,5 prosent av atkvøðunum, meðan AfD gjørdist næststørstur við 20,8 prosentum.
Eingin flokkur vil tó samstarva við høgravíðgongda flokkin.
Hinvegin eru samráðingar í gongd um samgongu millum CDU/CSU og sosialdemokratiska flokkin SPD, - tað er flokkurin hjá núverandi kanslaranum Olaf Scholz.
SPD fær 16 prosent í kanningini.
Flokkurin fekk 16,4 prosent av atkvøðunum á valinum í februar.