Innari eldurin vísir vegin

Innari eldurin vísir vegin
VIKUGESTURIN: Tóra Við Keldu gevst sum forkvinna í MEGD, men hon brennur enn fyri brekøkinum. Framstig eru hend, men samfelagsbroytingar hava við sær nýggjar avbjóðingar
 
07.02.2025 - 22:41
Tóra Við Keldu gjørdist forkvinna í MEGD í 2013, men hevur - eftir 12 ár í sessinum - valt ikki at stilla upp aftur. Hon brennur enn fyri brekøkinum, men heldur, at kanska skal onkur annar sleppa framat:

- Tá mann hevur verið 12 ár í einum starvi, so er kanska tíð uppá at finna hurðina. Tað er tó við blandaðum kenslum, at eg ikki stilli upp aftur, tí eg haldi, at arbeiðið er ótrúliga spennandi. Men eg eri blivin 50 ár, og tað ger eisini, at eg spyrji meg sjálva, um eg eitt nú skal verða verandi á brekøkinum, ella royna okkurt annað. Eg kann jú sakstans gera mun á brekøkinum, hóast eg ikki eri forkvinna í MEGD, sigur Tóra. 

Tóra Við Keldu heldur, at árini í MEGD hava verið sera spennandi og lærurík:

- Árini hava verið sera góð. Eg havi samstarvað væl við hini starvsfólkini í MEGD, eitt nú aðalskrivaranum, sum ger eitt stórt arbeiði. Seinastu tíðina hava vit arbeitt við at menna meginfelagið, og lagt stóran dent á, at fólk, ið bera brek, hava rættindir í føroyska samfelagnum. Hesi 12 árini er samfelagið broytt sera nógv. Nógvir batar eru hendir, men tørvur er framvegis á at arbeiða við at broyta hugburðin um, at fólk, ið bera brek fáa olmussur, til at tey hava rættindir, sum øll onnur, og at tað gagnar samfelagnum. 

Tóra vísir á, at millum størstu framstigini á brekøkinum seinastu árini, eru fleiri lógir, og at vit hava fingið eitt brekumboð:

- Eitt stórt framstig er, at vit eru farin frá at tosa meira um at byggja til fólk, ið bera brek, til faktiskt at gera tað. Eitt annað framstig er lógin um almannatrygd og tænastur, tí har eru rættindi samlað og fest á skjal. Og so brekumboðið eitt stórt framstig, sum eg eri sera spent uppá, og eg vóni ikki, at tað gongur ov lang tíð, áðrenn tað verður sett.

Tað eru tó eisini avboðingar við arbeiðnum í MEGD - eitt nú at røkka áhugamálunum hjá øllum feløgum:

- Ein avbjóðing er, hvussu vit skulu raðfesta, tá vit hava nógv ymisk limafeløg og øgiliga lítla arbeiðsorku. Vit megna ikki at arbeiða á øllum økjum í senn, og vit høvdu ynkst, at tað kom eitt lítið sindur meira fíggjarorka inn í felagið, tí fíggingin hevur ikki fylgt við samfelagsmenningini. Vit hava eitt nú fingið 50 niðurstøður fra ST-hoyringunum, sum vit skulu arbeiða við, og tað er harmiligt, at vit ikki hava meira arbeiðsmegi. Tí vit eru viðspælarar til politisku skipanina, og megna vit ikki at gera okkara arbeiði væl, so merkist tað samfelagspolitiskt, sigur Tóra.

Ein onnur stór broyting er, at fólk og avvarðandi betri tora at seta orð á tær avbjóðingar, tey liva við, og tí verður meira ljós varpað á viðurskiftir, sum ikki eru í lagi, heldur Tóra:

- Tað er meira vanligt, at fólk siga sína søgu, og tað hevur við sær at hugur okkara letur seg upp. Tær persónligur søgurnar eru ótrúliga týdningarmiklar fyri, hvussu vit síggja og skilja hvønn annan sum menniskju. Ofta hava fólk, ið bera brek ikki lætt við fáa sína rødd hoyrda, og tí berjast vit í MEGD fyri at fáa samfelagið at lurta eftir okkum, sigur Tóra. Hon vónar, at nýggja forfólkið í MEGD fer at arbeiða við hugburðinum til fólk, ið bera brek:

- Tann hugburðurin má ráða, at tað loysir seg at styrkja tey, sum hava tørv á tí. Á tann hátt fáa avvarðandi hjálp og tey, ið bera brek kunnu fáa útbúgvingar og gera mun á arbeiðsmarknaðinum. 

 

Brekið hevur als ikki køvt lívsneistan

Tóra Við Keldu er fødd og uppvaksin í Klaksvík. Mamman Betsy var heimagangandi til Tóra var 7 ár, og hevur verið ein hollur stuðul hjá Tóru. Nógv kenna pápa Tóru, Jógvan Við Keldu sum politikara. Hann var borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu frá 1981-88 og 1993-2000. Tóra hevur tvey eldri systkin, systrina Gunvu, sum eisini hevur verið borgarstjóri í Klaksvík frá 2009-2012, og beiggjan Pætur, sum vit millum annað kenna sum tónleikara.

Tóra býr í dag í Klaksvík saman við manninum Eyðstein og døtrunum Bjørt og Eydnu, sum eru 22 og 18 ára gamlar. Hon er útbúgvin lærari,
og hevur starvast í Ósáskúlanum, á Ziskatrøð og nú á Skúlatrøð. Men vit kenna hana eisini frá ítrótti og tónleiki, tí hon hevur verið svimjari, og luttók í Paralympisku Leikunum í Seoul, Suðurkorea í 1988 og í Barcelona í 1999, og so hevur hon sungið nógv.

Tóra er fødd við einum lítlum beini, men hóast hon altíð hevur livað við protesu, hevur brekið ikki hildið hana aftur ella køvt eldhugan og forvitni uppá lívið: 

- Tað er sera ymiskt, hvussu mann upplivir brek, og hvussu tað ávirkar lívið. Brekið hjá mær er ikki so øgiliga stórt, og so leingi sum protesan hjá mær riggar, so hugsi eg øgiliga lítið um, at eg beri brek.

Kanska er Tóra eisini fødd við einum lyndi, sum hevur givið henni áræði og styrki. Tí systirin Gunvá lýsir hana sum fulla orku og djarva frá lítlum av:

- Tóra leyp út í avbjóðingarnar, og tað er ein góður eginleiki, serliga tá hugsað verður um, at hon er fødd við einum brekið. Hon hevur ikki kent brekið sum eina forðing. Tóra er eisini trúføst og glað, og tað er sjáldan, at tingini gerast ov tung. Hon er eisini sera engagerað, og merkt av at hava ein innara eld, sum er vegvísari. Hon hugsar ikki um, hvat onnur krevja av henni, men um málið, og tað, sum hon heldur, er best at gera, sigur Gunvá Við Keldu um sína lítlasystir.

Aftur til lærarayrkið

Nú Tóra gevst sum forkvinna í MEGD, fer hon aftur í stít starv sum lærari, og tað gleðir hon seg til.

- Men eg havi eisini nakrar mánaðir áðrenn tað, har eg havi hugsað um at seta meg at skriva. Tí eg haldi, at hesi árini í MEGD, á onkran hátt átti at verið dokumenterað. Men eg havi nógv annað at gera eisini, so nú fáa vit at síggja. Tað er tó tørvur á tilfari um brekøkið til børn og skúlar, so tað hevði verið gott við undirvísingartilfari um eitt nú inklusión. Men tað eru dreymar, sum kanska gerast veruleiki. Vit fáa at síggja, sigur Tóra Við Keldu.

 

Lurtið eftir allari samrøðuni við Tóru Við Keldu her

 

1723877

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 22. mars
Jambalaja - 220325
189617
Leygardag 22. mars
Upp á tá - 210325
189616
Leygardag 22. mars
Morgunlestur leygardagur 22.mars 2025
189610
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 22. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189606
Fríggjadag 21. mars
FMA 2025
189602
Fríggjadag 21. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189551