"Mjadnarnar blivu fínar, men sinnið fekk tað tungt"

"Mjadnarnar blivu fínar, men sinnið fekk tað tungt"
CREDO: Trý ára gamal fekk Jógvan Andrias Joensen staðfest mjadnasjúkuna Calvé Perthes og varð sendur til Danmarkar í viðgerð uttan foreldrini og kom heim aftur seks ára gamal
Jógvan Andrias Joensen hevur alt lívið stríðst við ta sannroynd, at hann sum trý ára gamal varð sendur av landinum til viðgerðar uttan síni foreldur
Mynd: Bárður Lydersen  
 
29.01.2025 - 19:00

Skrivað hevur: Rebekka Heðinsdóttir Hansen

Ímynda tær, hvussu tað man kennast at verða sendur til eitt fremmant land, sum trý ára gamal, uttan foreldur, har tú ongan kennir og ikki tosar málið?

1. desember 2024 var Jógvan Andrias Joensen úr Klaksvík gestur í Credo hjá Armgarð Arge og greiddi frá, hvussu hann sum trý ára gamal fekk staðfest sjúkuna Calvé Perthes.

Calvé Perthes er ein mjadnasjúka, ið sæst hjá børnum, oftast dreingjabørnum, í aldrinum 3-12 ár. Viðgerðin fyri hetta tá var at liggja bundin í eini sjúkrasong í hálvt triðja ár, so mjødnin kundi lekjast. 

Jógvan Andrias varð sendur niður til Danmarkar í viðgerð uttan foreldur, og eftir viðgerðina kom hann heim aftur til Føroya, sum seks ára gamal, og tá kendi hann hvørki foreldur síni ella móðurmálið aftur. 


Jógvan Andrias Joensen var førdur til Danmarkar við Tjaldrinum saman við einari sjúkrasystir 29. ella 30. august í 1963 (Mynd: Gamalt postkort) 
 

 

Viðgerð viðførdi sinnisavbjóðingar

Hetta hevur havt álvarsligar avleiðingar fyri Jógvan Andrias, og sum hann sigur, var hetta ein likamlig sjúka, ið var nøkulunda grødd, men hon viðførdi stórar sinnisavbjóðingar vegna ógvusliga viðgerðarháttin. 

“Mjadnarnar blivu fínar, men sinnið fekk tað tungt,” ásannar Jógvan Andrias Joensen í sendingini.  

Teir vóru tveir føroyingar, ið vórðu sendir niður samstundis, men teir skiltist frá hvørjum øðrum, tá teir komu niður. 

“Vit koma til eitt ókent umhvørvi við fremmandum fólkum og máli.”

Mamman vitjaði Jógvan Andrias tvær ferðir, og pápin eina ferð, men hetta minnist hann ikki.

“Í slíkari støðu er vanligt at lukka av. Mann verður apatiskur. Við tí fylgir tað, at míni bestu evni eru at tillaga meg mítt umhvørvi, og tað havi eg altíð gjørt – eisini alt ov nógv av.”


Tilvildarlig mynd av tveimum børnum, sum eru innløgd við Calvé Perthes-mjadnasjúkuni á Kysthospitalet í Kalundborg í Danmark, har Jógvan Andrias Joensen eisini var innlagdur (Mynd: av Wikipedia)

 

Fløktist í sær sjálvum

Sum 14 ára gamal misti Jógvan Andrias Joensen mammu sína, ið doyði av krabbamein, og hetta vakti ikki góðar kenslur í honum. 

“Tøgnin hevur nógv andlit. Tøgnin frá eini fortíð, har tað ikki var brúkt nógv tíð uppá samskifti og at seta orð á. Møguliga bera vit føroyingar uppá eina felags tøgn, sum inniber, at tað eru nógv viðurskifti, ið vit ikki tosa um ella eru varin at tosa um. Tað er tann tøgnin, ið eg havi borið uppá, sum er tann drepandi, nívandi, sárandi og tyngjandi tøgnin. Eg havi brúkt alt mítt lív uppá at handfara hesa tøgnina eftir besta førimuni, og havi eisini fingið hjálp.”

Lívið kendist sum ein tilvera, har hann misti seg sjálvan og sítt móðurmál. Hann var tann, ið eygleiddi hini og var nógv fyri seg sjálvan. 

“Eg fløktist onkursvegna í mær sjálvum, tí eg missi mítt móðurmál, fái eitt nýtt, og má síðani aftur læra meg mítt upprunaliga móðurmál, so eg havi trupulleikar at fóta mær í málinum og harvið samskifta. Tí bleiv fótbólturin ein máti hjá mær at samskifta uppá, tá eg var úti. Tá eg var heima var tað tónleikurin.”


Mynd: Bárður Lydersen

 

Gjørdi uppreistur gjøgnum fótbóltin

Fótbólturin fylti nógv, og varð onkursvegna brúktur sum eitt mótmæli ímóti autoritetinum.

Læknin, Sanna Dahl, frámældi fóltbólt og annað, ið tyngdi kroppin. Tó so fekk fótbólturin lekjandi leiktlut fyri sálina hjá Jógvani, ið breyt upp av nýggjum og gjørdist partur av felagsskapinum hjá KÍ.

Tá Jógvan var mitt í tjúgunum leitaði hann sær eftir sálarligari hjálp og fekk fleiri amboð til at gerast tilvitaður um fleiri viðurskifti, herímillum kropsligt tilvit.

Hann hevur klárað seg óvanliga væl gjøgnum lívið, tó hevur hann ikki upplivað tað soleiðis.

“Lívið má skiljast aftureftir, men livast frameftir,” staðfestir Jógvan Andrias Joensen. 


Kysthospitalet í Refnes í Kalundborg, har Jógvan Andrias Joensen lá innlagdur, frá tí hann var trý til hann var seks ára gamal.

 

Foreldrini høvdu tað eisini trupult

Henda støðan hevur verið sera trupul fyri Jógvan Andrias, men hann vísir á, at hetta hevur verið minst líka trupult fyri foreldrini. Hetta skilir Jógvan Andrias, nú tá hann er vorðin eldri. 

“Tað er svárt at ikki hava snakkað við tey um støðuna, og hava kunnað deilt tað tilvitið, ið eg havi í dag um støðuna. Men soleiðis er lívið.”

“Tann tyngdin, ið eg havi borið uppá, tann førningin, havi eg sett frá mær nú. Tað ger lívið hjá mær hópin lættari nú.”

Samskiftið við mammuna, ið hann ikki hevur minst áður, kemur spakuliga til hansara nú. 

“Tá vit sum menniskju lata upp til dyr inni í okkum sjálvum, koma viðurskifti aftur, sum kanska einaferð vóru gloymd. Tú gloymir, men kroppurin gloymir ikki, hann goymir.”

 

Sum í einum fongsli

Jógvan greiðir frá, at hansara trauma hevur havt við sær, at hann hevur upplivað tað sum, at hann hevur livað í einum fongsli, ið hann ikki hevur havt atgongd til, fyrr enn hann fann amboðini til tað seinni í lívinum.

Hóast alt hevur gingið væl, so ber Jógvan Andrias framvegis saknin og missin, ið avleiðingarnar hava ført við sær.


Mynd: Bárður Lydersen

 

Hvat: "Tøgnin hevur mong andlit," Credo
Hvar: Á KVF Ljóð
Nær: Tá tað passar tær

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. januar
Andarblak - Náttin er bjørt sum dagurin
187106
Hósdag 30. januar
Morgunlestur hósdagur 30.januar 2025
186658
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657