- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mál um hvítvask tikið til dóms
Mál um hvítvask tikið til dóms
Tveir menn úr Danmark eru ákærdir í málinum, men teir nokta seg sekar
21.01.2025 - 09:13
Føroya rættur viðgjørdi eitt mál um hvítvask í gjár.
Tveir menn úr Danmark eru ákærdir.
Teir vóru tiknir á flogvøllinum í Vágum í fjør summar, á veg av landinum.
Teir høvdu tilsamans 41.000 krónur við sær.
Politiið heldur, at pengarnir stava frá ólógligum virksemi. Tí menninir vóru bara nakrar heilt fáar dagar í Føroyum, og hava annars einki tilknýti til Føroya.
Teir nokta báðir, at teir eru sekir.
Ákæruvaldið krevur 20 daga treytaleysa fongsulsrevsing.
Málið er tikið upp til dóms.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV