- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vil stytta gildistíðina á fiskirættindum niður í átta ár
Vil stytta gildistíðina á fiskirættindum niður í átta ár
Dennis Holm, landsstýrismaður, ætlar at fara til andstøðuna at fáa semju um nýggju gildistíðina

Dennis Holm er landsstýrismaður í fiskivinnumálum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
20.01.2025 - 12:45
Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, ætlar nú aftur at broyta gildistíðina á fiskirættindum.
Í 2023 stytti hann gildistíðina úr 12 niður í 10 ár, og nú ætlar hann at stytta tíðina enn meira. Fær landsstýrismaðurin sín vilja, verður hon átta ár.
Vinnan vil hava í minsta lagi 10 ára gildistíð.
Eftir øllum at døma fer landsstýrismaðurin ikki at lurta eftir vinnuni í hesum málinum, men ætlar at fara til andstøðuna at fáa eina nýggja semju um at stytta gildistíðina.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
20012025_Dennis_og_gildistid
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV