Nýggj nevnd í Mentanargrunninum

Nýggj nevnd í Mentanargrunninum
Nevndin er vald fyri fýra ár
Limir og varalimir í Mentanargrunninum saman við Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu.
 
20.01.2025 - 14:27

Hedvig Westerlund-Kapnas er nýggj forkvinna í Mentanargrunninum, og Ivan Hentze Niclasen er næstformaður.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í mentamálum, hevur sett nýggja nevnd fyri Mentanargrunnin næstu fýra árini.

Fimm limir og fimm varalimir eru í Mentanargrunninum.

Listafólkasambandið hevur tilmæli um tveir nevndarlimir og tveir varalimir, og landsstýrisfólkið í mentamálum tilnevnir forfólk og næstforfólk.

Í nevndini fyri Mentanargrunnin næstu fyra árini sita:

Hevig Vesterlund-Kapnas, Ivan Hentze Niclasen, Brynhild Næs Petersen, Kinna Poulsen og Hans Tórgarð.

Varalimir eru:

Paula Gaard, Dánial Hoydal, Birgir Kruse, Sólvá Svartafoss og Nicolaj Falck.

Mentanargrunnurin hevur fingið meiri at umsita. Grunnurin umsitur nú eisini filmsstuðulin og nýggju játtanina til at framleiða føroyskt tilfar til børn og ung

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. apríl
RagnarRokk 10.apríl 2025
189858
Hósdag 10. apríl
RagnarRokk: Oliver Philipps um Shells
189855
Hósdag 10. apríl
Andarblak 10. apríl 2025 - Kórsangur
190564
Hósdag 10. apríl
Eitt korter við jazzi 10. apríl 2025
190554
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. apríl
Útilív 4:6
190570
Hósdag 10. apríl
Føroyar - Litava (36-26)
190551
Mikudag 9. apríl
Undansending: Føroyar - Litava
190512
Týsdag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190454
Týsdag 8. apríl
Veðrið
190447