- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tóku meira laks í fjør
Tóku meira laks í fjør
Miðalvektin hjá tikna laksinum í fjør var eisini størri enn í fyrraárið
21.01.2025 - 08:36
Føroysku alibrúkini tóku meira laks í fjør enn í 2023.
Í fjør vóru tikin 89.500 tons í kruvdari vekt. Hetta svarar til 109.000 tons í rundari vekt.
Tað er 11 prosent meira enn í 2023, tá tøkan var 80.000 tons
2021 er framvegis metárið. Tá vóru tikin 95.000 tons í kruvdari vekt.
Miðalvektin hjá tikna laksinum í fjør var 5,25 kg.
Hon var 4,82 kg í 2023.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV