Mæla til at seta brúkarakærunevnd

Mæla til at seta brúkarakærunevnd
Brúkaraumboðið fær nógv mál, har borgarar eru misnøgdir, men eingin heimild er at gera nakað
Rannvá Sólheim er brúkaraumboð.
 
16.01.2025 - 09:49

Á hvørjum ári fær Brúkaraumboðið umleið 100 mál um støður, har borgarar eru misnøgdir við keyp ella sølu av vørum og tænastum. 

Men sum er hevur Brúkaraumboðið ikki heimild at gera nakað við málið. 

Tí verður nú mælt til at seta á stovn eina brúkarakærunevnd.

Sambært uppritinum, sum Brúkaraumboðið hevur latið Vinnumálaráðnum, verður mett, at nýggja skipanin kostar umleið tríggjar milliónir kr. um árið.

Rannvá Sólheim, brúkaraumboð, skjýtur upp, at eitt umboð fyri brúkaran og eitt fyri handilsvinnuna vera í kærunevndini. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

16012025_Brukarakaerunevnd

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. januar
Hjartabørn í Kenja - teknmálstulkað
186375
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212