Óvissa um vápnahvíld millum Ísrael og Hamas

Óvissa um vápnahvíld millum Ísrael og Hamas
Ísraelski forsætisráðharrin hevur útsett stjórnarfundin, sum skuldi góðkenna avtaluna
Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri, sigur, at Hamas roynir at broyta vápnahvíldaravtaluna.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
16.01.2025 - 11:21

Óvissa er framvegis um vápnahvíldina millum Ísrael og Hamas, sum kom í lag í gjár, eftir at ísraelski forsætisráðharrin Benjamin Netanyahu í morgun útsetti ein fund hjá ísraelsku stjórnini um at viðurkenna avtaluna.

Netanyahu sigur, at Hamas roynir at broyta avtaluna, sum semja var um í gjár, og tí er stjórnarfundurin fyribils útsettur.

Ein týðandi partur av semjuni er, at Hamas skal lata 33 ísraelskar gíslar leysar, og afturfyri skal Ísrael lata leysar eitt enn ókent tal av palestinum, sum sita í ísraelskum varðhaldi.

BBC heldur seg vita, at Hamas nú hevur lagt tvey nøvn aftrat listanum av palestinskum fangum, sum felagsskapurin vil hava Ísrael at lata leysar. Hesi nøvnini vóru ikki partur av upprunaligu avtaluni. 

Hamas sigur, at tað ikki er rætt, sum Benjamin Netanyahu sigur. Hamas kennir seg bundið av avtaluni, sum bleiv gjørd í gjár, og roynir ikki at broyta hana nú.

Samrøða verður Petur Petersen, sendimann Føroya í Ísrael, í útvarpstíðindunum klokkan 12.20.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Hósdag 17. apríl
Áður enn eg ljósið sá
190844
Mikudag 16. apríl
Mono - Passions Just LIke Mine (5:5)
190823
Mikudag 16. apríl
LEITISSTEIN 15.04.25
190811
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta
190846
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805