Vinnunevnd lyft upp

Vinnunevnd lyft upp
Býráðið í Havn ætlar at lyfta vinnunevndina upp á sama stig sum tær sjey føstu nevndirnar hjá býráðnum
Tórshavnar býráð fer í dag at velja fólk í nevndir og stýri.
 
09.01.2025 - 06:57

Býráðið í Havn ætlar at lyfta vinnunevndina upp á sama stig sum tær sjey føstu nevndirnar hjá býráðnum.

Tað verður viðgjørt á eyka býráðsfundi í dag.  

Fimm limir skulu veljast í vinnunevndina.

Hon skal umsita vinnu og vinnubygningar, tó ikki á havnarøkinum, vinnunýskipan, vinnustrategi, hýruvognsloyvi, Hugskotið og stuðul til ferðavinnuna.

Av tí at ein føst nevnd kemur aftrat, mugu ásetingarnar um samsýning til nevndarforfólk broytast. 

Samsýningin minkar úr 7,14 prosentum av borgarstjóralønini niður í 6,25 prosent av borgarstjóralønini. 

Býráðið skal eisini velja eina rúgvu av fólki í 32 nevndir og stýri í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 11. apríl
Vikuskiftið 11 apríl 2025
190618
Fríggjadag 11. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 11.apríl 2025
190387
Hósdag 10. apríl
RagnarRokk 10.apríl 2025
189858
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. apríl
KAKUMiKS (3:7)
190561
Fríggjadag 11. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190594
Fríggjadag 11. apríl
Veðrið
190617
Hósdag 10. apríl
Útilív 4:6
190570
Hósdag 10. apríl
Føroyar - Litava (36-26)
190551